Føroysk fólkaogn

Heilt afturi í 1932

… setti ein lítillátin Niels L. Arge eina lýsing í Dimmalætting. Nú var ur- og gullsmiðja latin upp í Klokkarastovu við Bringsnagøtu.

Longu í 1935

… var fyritøkan vaksin somikið, at Niels flutti fyritøkuna oman í nýggj høli á Kongabrúnni, sum so hevur verið høvuðssætið fyri virksemið líka síðani.

Líka síðani tá hevur Niels L. Arge framleitt skreytlutir í silvuri og gulli eftir egnum mynstri – smíðað, graverað og framleitt á egnum verkstaði í Havn.

Á sumri í 1959

… fekk Niels tann heiður at smíða silvur til krúnprinsessu Margretu, sum vitjaði í Føroyum við foreldrunum. Tað var náttina til 17. juni, at hann teknaði víðagitna beltaspennið til mynstrið "Víking".

Eftir hetta hevur Niels L. Arge framleitt silvur til føroysku klæðini hjá allari donsku kongaligu familjuni.

Tey trý klassisku mynstrini hjá Niels L. Arge eru Víking, Sonja og Birgit. Tey eru uppkallað eftir døtrunum hjá Niels, sum fingu allarfystu settini. Tó var mynstrið Víking ikki uppkallað eftir Elsu. Men hon fekk tó eina serliga, persónliga útgávu av mynstrinum frá pápa hennara.

Í 1974

… yvirtók Thomas Arge, sonur Niels handilin, eftir at Niels L. Arge doyði.

Og í 1986

… var Niels L. Arge við á stóru framsýningini Føroyar í Fokus í Keypmannahavn. Eftirspurningurin á silvuri til føroysk klæði vaks, og nú – eina fjórðingsøld seinni – er silvurið hjá Niels L. Arge tað mest umbidna í landinum.

Handverkið er í dag í stóran mun júst tað sama sum fyrr.

Í 2003

… yvirtók Hildur Arge, dóttir Thomas, handilin, og rekur hann enn tann dag í dag. Sostatt er Niels L. Arge enn ein familjufyritøka.