Tú veitst, hvar tú hevur okkum
Hvørja ferð, tú hyggur eftir myndum frá hátíðardøgum, brúdleypum, ólavsøkum ella øðrum serligum hendingum, eru vit mest sannlíkt við á myndini. |
Tá ið Niels L. Arge í 1932 læt upp handil, mundi hann neyvan gruna, at handverk og skapanargávur hansara fóru at fáa so stóran týdning fyri so nógvar føroyingar. |
