Tann 6. apríl í 1932 setti Niels L. Arge eina lýsing í Dimmalætting og boðaði frá, at hann henda dag læt upp ur- og gullsmíðsverkstað í Klokkarastovu við Bringsnagøtu.


Longu í 1935 var fyritøkan vaksin so nógv, at Niels L. Arge flutti oman á Kongabrúnna. Nýggj hús vórðu bygd, men í 1960 var aftur neyðugt at útbyggja.  Neystið við síðuna av varð keypt og bygt varð eisini omaná verandi bygning.

Í 1959, náttina til 17 juni, teknaði Niels L. Arge mynstrið til eitt beltisspenni, "Víking", ætlað krúnprinsessu Margrethu av Danmark, sum saman við foreldrum sínum vitjaði í Føroyum hetta summarið. Í sambandi við vitjanina góvu føroyingar hennara hátign  ein føroyskan kvinnubúna. Silvurið til búnan hevði Niels L. Arge smíðað.


Í 1986 var fyritøkan Niels L. Arge við á teirri stóru framsýningini Føroyar í Fokus  í Keypmannahavn. Eftir framsýningina vaks eftirspurningurin eftir silvuri til tann føroyska kvinnu- og mansbúnan. Nú, ein aldarfjórðing seinni,  er silvurið frá Niels L. Arge enn tað mest umbidna og verður sum fyrr sersmíða á okkara egna verkstaði í Havn.

Mánadag til hósdag kl. 10.00–17.30
Fríggjadag 10.00–18.00
Leygardag kl. 10.00–16.00